Skúlin hevur sett eina reglugerð í gildi fyri nýtslu av KT-útbúnaði
Hendan reglugerð umfatar farteldurnar, føstu teldurnar, skannarar, printarar, sjónvørpur, talgildu talvurnar, DVD- og VHS-spælararnar
Yvirskipað skal eingin útgerð flytast og eingin fysisk uppseting broytast við nakrari útgerð uttan beinleiðis loyvi frá netumsitaranum
Við hesum verður dentur lagdur á:
- Umskipan av DVD-, VHS-spælara, teldu, ljóðavspælara og hátalarum
- Flyting av skannarum og aðrari útgerð, ið hevur tilknýti til ávísar teldur
Vegleiðingar fyri uppseting í stovum er á intranet-partinum á heimasíðuni, tá tú ert loggað/ur á
Annars eru millum annað hesar reglur galdandi:
- Allar farteldur skulu skrivast upp á skrivstovuni, tá tær vera útlæntar
- Tá ið farið verður frá teldum, skal altíð loggast av!