BMK VevForrit
WebOffice 2009 - Dagførarin
© 2009 BMK VevForrit. Øll rættindi tilskilað.
Skeið
>> Útbúgvingar >> Læraraútbúgvingin >> Skeið
Læraraútbúgvingin - Skeið

Av tí at læraraútbúgvingin er í einari royndarskipan, kunnu ymsu skeiðini broytast nakað ár um ár.

Fyrsta ár

Skeiðini fyrru lestrarhálvu eru grundskeið, ið námsfrøði- og læraralesandi lesa saman. Skeiðini í 2009-10 eru:

  • Vísindaástøði. Endamálið við hesum skeiði er at tey lesandi (1) fáa eina vísindasøguliga fatan av hugtøkum og stevnum, ið mynda vísindaliga kjakið nú á døgum, (2) verða tilvitandi um, at gransking ikki er partleys men altíð grundað í ávísum fatanum, og (3) skilja týdningin av vísindaástøði í teirra komandi yrki.

  • Barna-og ungdómsmentan. Á hesum skeiði ogna tey lesandi sær bæði eina søguliga fatan av ymsum hugmyndum av børnum og ungum og eina grunndleggjandi vitan um barna- og ungdómsmentanir í dag. Tey menna eisini førleikan at lýsa og meta vandaliga um sambandið ímillum barndóm, og hvussu hann verður lýstur í ymsum samfelagsskipanum.

  • Skapandi læra. Endamálini við hesum skeiði eru trý: tey lesandi skulu (1) skilja, hvat skapandi læra snýr seg um, (2) fáa innlit í grundleggjandi hugtøk og ástøði, ið sermerkja estetiskar lærutilgongdir, og (3) verða tilvitandi um frálærufrøðiligar ivaspurningar, sum tengdir eru at skapandi læru.

  • Lívsáskoðan og siðalæra. Lógin sigur, at børn á stovnum og skúlum skulu fáa "eina kristna og siðalagsliga uppaling", ið tekur støði í "andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði." Á hesum skeiði nema tey lesandi sær vitan um og læra at hugsa ígjøgnum kristnu og nútíðarligu skynsemiskarmarnar, ið mynda føroyska samfelagið nú á døgum.

  • Samskifti. Tey lesandi ogna sær grundleggjandi ástøðiliga vitan um og læra at síggja týdningin av miðlum og samskifti. Tey læra eisini at nýta nútíðar miðlar í undirvísingini í fólkaskúlanum og á øðrum stovnum, ið arbeiða við børnum.

Seinnu lestrarhálvu savna tey lesandi seg um fakøki, sum eru grundleggjandi fyri lærarar í dagliga arbeiðnum. Skeiðini eru

  • Sálarfrøði fyri lærarar. Sálarfrøði fyri lærarar. Tey lesandi savna seg um úrvaldar tættir í sálarfrøði, ið eru lærarum viðkomandi. Endamálið er, at tey lesandi skulu brúka hesa vitan, tá ið tey verða lærarar og skulu (1) leggja undirvísing til rættis, (2) fremja undirvísing í verki, (3) eftirmeta undirvísing og (4) skjalfesta undirvísingartilgongdir og undirvísingarúrslit.

  • Námsfrøði og almennur didaktikkur fyri lærarar. Á hesum skeiði nema tey lesandi sær holla ástøðiliga og praktiska vitan um námsfrøði og almennan didaktikk. Dentur verður lagdur á hesi fakøki sum vísindagreinir og á, hvussu tey verða nýtt í skúlum nú á døgum, bæði í høvuðsskipanum skúlans og í gerandisdegnum hjá læraranum.

  • Starvslæra. Endamálið við fyrstu starvslæruni er, at tey lesandi verða tilvitandi um, hvat tað merkir at vera lærari í dagsins samfelag, og hvussu samstarvað verður í toymum um samansettu uppgávur skúlans. Starvslæran er tengd tætt at skeiðunum í sálarfrøði og í námsfrøði og almennum didaktikki.

Um tú ynskir


Føroya Læraraskúli
Frælsið 20   |   Tlf. +298 35 94 00   |   Faks. +298 35 94 01   |   flsk@flsk.fo
Brúkaranavn:
Loyniorð: