


| Læraraútbúgvingin |
| Bygnaður |
| Skeið |
| Vitan í verki |
| Upptøkutreytir |
| Umsóknarblað |
| Stuðulsmøguleikar |
| Ársætlan 10-11 |
| Námsfrøðingaútbúgvingin |
| Eftirútbúgvingar |
| Læraraútbúgvingin - Vitan í verki |
Tey, ið lesa til lærara, nema sær meira enn fakliga vitan um ávís evni, tey brynja seg eisini til lærarayrkið. Tað sæst í tveimum táttum í útbúgvingini. Í fyrsta lagi hevur undirvísingin í øllum skeiðum atlit at frálæru- og námsfrøðiligum viðurskiftum og umstøðum, ið eru partur av gerandisdegnum hjá lærarum í fólkaskúlanum. Í øðrum lagi eru stutt og long tíðarbil løgd inn í útbúgvingina, tá ið tey lesandi fara út á skúlar og inn í skúlastovur at royna sína vitan í verki og leggja hold á ástøðiligu beinagrindina. |