BMK VevForrit
WebOffice 2009 - Dagførarin
© 2009 BMK VevForrit. Øll rættindi tilskilað.
Læraraútbúgvingin
Læraraútbúgvingin


Læraraútbúgvingin

Læraraútbúgvingin tekur 4 ár og er í tveimum stigum.

Fyrri partur er 3 ára útbúgving á bachelorstøði. Dentur verður lagdur á, at tey lesandi fáa eitt gott fakligt grundarlag í lærarayrkinum, t.d. at

  • skilja grundleggjandi tættir í ástøðiligum arbeiðisháttum
  • læra virðini, lærarayrkið byggir á
  • nema sær ta frálæruligu, námsfrøðiligu og sálarfrøðiligu vitan og teir førleikar, ein lærari brúkar í gerandisdegnum
  • savna hugan um ta breiðu fakligu vitanina, ið krevst at undirvísa í annaðhvørt hug- ella náttúrvísindaligu lærugreinunum

Triðja árið verður fyrra linjan lisin. Linjulestur er miðvís bóklig og praktisk fyrireiking til at undirvísa í einari av lærugreinum fólkaskúlans. Bachelor uppgáva verður eisini skrivað hetta árið.

Annar partur - fjórða árið - er eitt diplomár. Onnur linjan verður lisin, og tey lesandi fyrireika seg til yrkið sum lærarar.

Ein týdningarmikil liður í læraraútbúgvingini eru stutt og long skeið, tá ið tey lesandi fara út á skúlar at royna sína vitan í verki.

Vilt tú vita meira um útbúgvingarbygnaðin, tey ymsu skeiðini og yrkisfyrireikingina, trýst á leinkini á breddanum vinstrumegin. Har eru eisini leinki til umsóknarblað, upptøkutreytir og stuðulsmøguleikar.


Føroya Læraraskúli
Frælsið 20   |   Tlf. +298 35 94 00   |   Faks. +298 35 94 01   |   flsk@flsk.fo
Brúkaranavn:
Loyniorð: