


| Læraraútbúgvingin |
| Námsfrøðingaútbúgvingin |
| Kraddarin |
| Bygnaður |
| Skeið |
| Vitan í verki |
| Upptøkutreytir |
| Umsóknarblað |
| Stuðulsmøguleikar |
| Ársætlan 10-11 |
| Eftirútbúgvingar |
| Námsfrøðingaútbúgvingin |
Námsfrøðingaútbúgvingin tekur 4 ár og er í tveimum stigum. Fyrri partur er 3 ára útbúgving á bachelorstøði. Dentur verður lagdur á, at tey lesandi fáa gott fakligt grundarlag í námsfrøði, t.d. at
Triðja árið savna tey lesandi seg um eitt ávíst námsfrøðiligt øki, og bachelor uppgáva verður skrivað. Annar partur - fjórða árið - er eitt diplom ár. Tey lesandi fyrireika seg til yrki sum námsfrøðingar og savna seg um eitt evni, ið er námsfrøðingayrkinum viðkomandi. Ein týdningarmikil liður í námsfrøðiútbúgvingini eru stutt og long skeið, tá ið tey lesandi fara út á stovnar at royna sína vitan í verki. Vilt tú vita meira um útbúgvingarbygnaðin, tey ymsu skeiðini og yrkisfyrireikingina, trýst á leinkini á breddanum vinstrumegin. Har eru eisini leinki til umsóknarblað, upptøkutreytir og stuðulsmøguleikar. |