


| Alt tíðindasavnið |
|
21. juni 2010
Oyðimarkarbrúðurin
Firouz Gaini, antropologur og høvundur, hevur útgivið bókina Oyðimarkarbrúðurin, ið er eitt essay-savn um býir og lond uttan fyri Evropa.
Forlag: SPROTIN |
|
10. mai 2010
Fyrilestur hjá Karolinu Matras
Fyrilestur hjá Karolinu Matras hildin á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum mánadagin 10. mai 2010 um skúlabyrjan
Tak niður framløguna her (PDF, 312KB) |
|
27. apríl 2010
Youth - Voice of the Future
20.-21. mai verður ein áhugaverd altjóða ráðstevna hildin á Hilton Nordica Hotel í Reykjavík, har tey fyrstu úrslitini av stórari norðulendskari ungdómskanning verða almannakunngjørd. Firouz Gaini, granskari og antropologur, hevur staðið fyri tí føroyska partinum av kanningini. Hann luttekur í Reykjavík, og skal standa á odda fyri verkstovu um "mál og mentan" á ráðstevnuni. Lesið meira um tiltakið her. (PDF, 585KB)
|
|
17. apríl 2010
Fyrstu lesivegleiðararnir í Føroyum
Í gjár 16. apríl 2010 fingu 30 lesivegleiðarar handað prógv á Føroya Læraraskúla. Hetta er fyrstu ferð, at vit hava útbúgvið lesivegleiðarar í Føroyum. Staðið fyri útbúgvingini hava Karolina Matras, lesigranskari og Katrin Næs, málgranskari Lesivegleiðararnir skulu skipa eina lesivegleiðing í skúlanum, har ein partur verður at menna, samskipa og eftirmeta lesi- og skriviundirvísingina, vegleiða lærarar um innihald, undirvísingarhættir og tilfarsval í sambandi við lesing og skriving, bæði hjá einstøkum næmingum og flokkinum.
Lesivegleiðararnir skulu eisini ráðgeva skúlaleiðarum í spurningum um lesing og skriving og saman við leiðslu og lærarum seta í verk lesiátøk í skúlanum.
Ein týdningarmikil partur av arbeiði teirra verður at geva gætur eftir einstaka barninum og flokkinum. Hetta kann eisini gera tað lættari at avdúka trupulleikar og vegleiða lærarum og foreldrum viðvíkjandi møguleikum at arbeiða við hesum. |
|
19. mars 2010
3000 børn vitja Læraraskúlan
Í næstu viku fara tey, sum á 3. ári lesa til námsfrøðing, at spæla sjónleikin Kraddarin fyri børnum úr øllum landinum
Les alt tíðindaskrivið her |
|
8. mars 2010
Innbjóðing til lesandi á Setrinum til tiltak í Norðurlandahúsinum 12. mars kl. 14.00
Fríggjadagin 12. mars kl. 14.00, verður áhugaverður fyrilestur í Norðurlandhúsinum. Fyrilestrahaldarin er amerikanska sendikvinnan í Danmark, Laurie S. Fulton, og evnið er:
President Obamas foreign policy agenda during his first year in office Áhoyrararnir fáa eitthvørt leskandieftir fyrilesturin. |
|
24. februar 2010
Fyrilestrar um lívfrøðiligt margfeldi
Føroya Fróðskaparfelag skipar í 2010 fyri fyrilestrarøð um lívfrøðiligt margfeldi (biodiversitet). Fyrstu fyrilestrarnir eru mikukvøldið 24. februar klokkan 19.30 á Náttúrugripasavninum. Firouz Gaini, antropologur, fer m.a. at tosa um biodiversitet, sæð úr einum mentanarfrøðilgum sjónarhorni. lesið meira um tiltakið á www.frodskaparfelag.fo
|
|
16. januar 2010
Ein trupulleiki, sum nógv fólk ikki geva sær far um
Hóast vit í dag vita nógv um dysleksi, er langt eftir á mál hjá okkum í Føroyum, tá ið um ræður munadygg tilboð til fólk við dysleksi. Trýst her fyri at lesa greinina hjá Karolinu Matras, lesigranskara |
|
13. januar 2010
Fyrilestur um menningarlæru
Mikudagin 13. januar kl. 15:00
hevur Eyðfinn Magnussen, lektari á Náttúruvísindadeildini fyrilestur um menningarlæru í stovu 52 á Føroya Læraraskúla
Sí lýsing (PDF, 88,5 KB) |
|
4. januar 2010
Sagnir á Snar
Árni Dahl hevur við játtan frá mentamálaráðnum staðið fyri at gera føroyskar sagnir til talgildan tekst, og í samráði við Føroya skúlabókagrunn er avgjørt at leggja sagnirnar á snar.fo Í fyrsta umfari eru allar sagnirnar í ?Sagnum og ævintýrum? hjá Jakob Jakobsen lagdar á Snar. So við og við verða fleiri sagnir gjørdar til talgildan tekst og lagdar á Snar. |
|
17. desember 2009
Gleðilig jól og gott nýggjár
Føroya Læraraskúli ynskir øllum eini gleðilig jól og gott nýggjár |
|
1. desember 2009
Firouz Gaini nýggja grein í Fróðskaparrit
Fróðskaparrit (bók 57), ið júst er útkomið, inniheldur grein hjá Firouz Gaini, ið nevnist "Dreams of cars on an Island - Youth, cars and cultural values in the Faroe Islands". Hesin tekstur, grundaður á granskingarverkætlan um ungdóm og bilmentan í Føroyum, lýsir og greinir meiningar, virði og súmbol, ið ung geva bilum og bilkoyring í dag. Teksturin hyggur serliga at frítíðini, sosiala samskiftinum og mentanarliga samleikanum við tí fyri eyga, at skilja og allýsa støðuna og leiklutin bilurin hevur millum ung. Málið við tekstinum er at geva eina nýggja mynd av einum evni, ið hevur verið eyðkent at sterkari samfelagsligari fordøming av hugburði og atferð ungdómsins. |
|
6. november 2009
Valúrslit frá valinum á Fróðskaparsetri Føroya 6. nov. 09
Valnevndin vil hervið boða frá, at Johann Jansson Petersen er valdur stýrislimur fyri tey lesandi á Fróðskaparsetrinum og at Sigmund Petur Skorastein er valdur sum tiltakslimur í stýrið.
Valúrslitið:
Tilsamans: 68 atkvøður
|
|
25. oktober 2009
Firouz Gaini skrivað grein um barnarættindi
Firouz Gaini, antropologur á Føroya Læraraskúla, hevur skrivað eina grein um barnarættindi í nýggjum greinasavni, ið kom út á ST-degnum 24. oktober.
|
|
23. oktober 2009
Valfundur fyri lesandi
Valfundur verður fyri øllum lesandi á Fróðskaparsetrinum mánadagin 26. oktober 2009 kl. 13, í Ovastovu, tætt við Náttúruvísindadeildina, í Nóatúni.
Tey 3 valevnini fara at greiða frá, hví tey hava stillað upp til stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya. Hetta er tín einasti møguleiki fyri at fáa greiðu á, hvør teirra fær tína umráðandi stemmu á valinum fríggjadagin 6. november 2009, so minst til at seta hesa løtuna av, og møt í Ovastovu mánadagin 26. oktober 2009 kl. 13. |
|
20. oktober 2009
Fyrilestur um didaktikk í náttúrulærugreinunum
Hósdagin 22. oktober kl. 15.00 fer Jens Dolin, leiðari á "Institut for Naturfagenes Didaktik" á universitetinum í Keypmannahavn, at halda fyrilestur um didaktiskar trupulleikar í undirvísingini í náttúrulærugreinunum.
|
|
19. september 2009
Firouz Gaini útgivið grein
Firouz Gaini, antropologur, hevur útgivið greinina "Lyt til os - og du vil få en positiv oplevelse! Kultur, fritid og social trivsel blandt færøske tredjeklasses elever" í nýggjastu útgávuni av tíðarritnum BARN (nr. 2-2009) BARN er norðurlendskt tíðarrit, ið "Norsk Senter for Barneforskning" á "Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet" (NTNU) í Trondheim gevur út. Lesið meira um BARN á http://www.ntnu.no/barneforskning/forskning/barn |
|
15. september 2009
Nýggj bók um máldidaktikk til læraraskúlan
Í sambandi við skeiðið í 2.L um máldidaktikk, sum lesigranskarin Karolina Matras og íslendski professarin í máldidaktikki, Guðmundur Kristmundsson, halda næstu vikurnar, er bók komin út, sum ber heitið Av málinum skalt tú mannin kenna Áhugavert er at hyggja at nýggjum møguleikum at undirvísa í lesing. Vit hava eyðvitað eisini fyri neyðini at brúka mest framkomnu granskingina sum grundarlag undir lesinámsfrøðini í skúlum. Greinasavnið fer víða um hetta týðandi evnið, og greinirnar nema við at kalla øll kjarnuevni í hesi undirvísing. |
|
13. september 2009
Norðurlendskir læraraskúlalærarar vitja
Fríggjadagin 11. september vitjaðu 21 læraraskúlalærarar úr Noregi og Danmark á Læraraskúlanum.
Vitjanin var liður í skeiðinum "Færøsk sprog, litteratur og kultur", sum Dansklærerforeningen skipar fyri í samstarvi við Nordplus-netverkið millum Høgskolen i Oslo og Føroya Læraraskúla. |
|
9. september 2009
Nordic Identities in transition
Firouz Gaini hevur skrivað greinina "Identities in the stream of the Atlantic Ocean. Identity, Culture and education in latemodern Faroese society" í nýggju bókini "Nordic Identities in transition".
Steffan Selander & Bente Aamotsbakken hava ritsjórnað bókina, ið NOVUS Press (Oslo) hevur útgivið í august 2009. Bókin er skrivað á enskum máli av trettan norðurlendskum serfrøðingum innan námsfrøði, bókmentafrøði, antropologi og teologi. Bókin, ið telur 360 bls., lýsir spurningar, ið knýta seg til evnini samleiki, læring, miðlar o.s.fr. Les meira um bókina á Mamut.net nethandlinum |
|
3. september 2009
Framløgurnar hjá Jørgen Frost
Framløga hjá Jørgen Frost (Læsevejledning - i et ændringsperspektiv) á Hotel Føroyum 4. sep. 2009 kann takast niður við at trýsta her (PDF / 2.01 MB)
Framløga hjá Jørgen Frost (Vedvarende effekter av ændringsarbejde) á Hotel Føroyum 4. sep. 2009 kann takast niður við at trýsta her (PDF / 1.94 MB) Framløgan hjá Jørgen Frost (Dygtig i sprog - dygtig i læsning!) í Norðurlandahúsinum 3. sep. 2009 kann takast niður við at trýsta her (PDF / 3.01 MB) |
|
27. august 2009
Fyrilestur um málmenning hjá børnum
Hóskvøldið 3. september kl. 19.30 skipar Læraraskúlin saman við Sernámsdeplinum fyri einum áhugaverdum fundi í Norðurlandahúsinum har Jørgen Frost, professari frá Universitetinum í Oslo, fer at halda fyrilestur um málmenning. Eisini fer Bente Hagtvet, professari frá Universitetinum í Oslo at luttaka í kjaki um sama evni aftan á fyrilesturin.
|
|
27. august 2009
Málvísindi
Hvat eru málvísindi?
Hvat eru samfelagsmálvísindi? Hesir báðir spurningar seta skjøtul á hesa bókina, sum lýsir nøkur málsvísindalig meginhugtøk Bókin er annars savn við greinum og kanningarúrslitum, ið viðgera stórar føroyskar málspurningar |
|
27. august 2009
Vísindaástøði
Henda bókin snýr seg um, hvat ið vísíndi eru, hvussu vísindi virka, og hvønn leiklut tey hava í samfelagnum; bókin viðger serstakliga hugvísindi og samfelagsvísindi
|
|
27. august 2009
Snarskeið í stavseting
Bókin er eitt ógvuliga einfalt grundskeið í stavseting, ætlað teimum,
ið kundu hugsað sær at lúkað -ð, -ir, -æ, og -ý brek burtur úr tekstunum.
|
|
19. august 2009
Søgulig bók um málið
Mánadagurin 17. august var søguligur á Føroya Læraraskúla. Sama dag, sum tað eftir summarfrítíðina varð farið undir aftur lesturin, varð bók útgivin, sum serliga er ætlað teimum lesandi á Læraraskúlanum. Hetta man vera fyrsta ferðin yvirhøvur, at bók verður útgivin, sum serliga er ætlað teimum lesandi á Læraraskúlanum. |