


| Útbúgvingar |
Løgmaður, anno 2050? Hon spælir saman við vinkonunum í sandkassanum á dagstovninum í Gøtu ella kanska á Kommansmýru. Heimsins týdningarmestu størv? Tað er kanska ikki at taka munnin ov fullan, tá ið vit hugsa um námfrøðinga- og lærarayrkini. Sannroynd er, at í samfull 14 ár eru flestu føroysku børn einar 30-40 tímar um vikuna á dagstovnum, skúlum og frítíðarskúlum. Umframt foreldur eru tað námsfrøðingar og lærarar, ið nú mynda tey, sum einaferð fara at mynda okkara samfelag. Høvuðsuppgávan hjá Føroya læraraskúla er at útbúgva tey, ið fara í hesi týdningarmiklu størv. Trýstir tú á leinkini á breddanum vinstrumegin, fært tú neyvari upplýsingar um námsfrøði- og læraraútbúgvingarnar. Har er eisini eitt leinki til eftirútbúgvingar, ið lærarar og námsfrøðingar kunnu nema sær á læraraskúlanum. |